- Politikararnir hava fullkomiliga slept okkum brúkarum upp á fjall.
Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, nú Sosialurin hevur gjørt eina prískanning í Føroyum og í Danmark, sum verður umrødd aðrastaðni í blaðnum.
- Nú kann staðfestast, at prísirnir eru farnir heilt yvir gevind seinastu tíðina og tey, sum hava skil fyri slíkum, meta eisini, at næsta árið fara matvøruprísirnir nógv longur upp afturat.
Men Ingeborg Vinther staðfestir eisini, at hóast prísvøksturin er so ógvusligur, sum hann er, hava føroyingar als onga skipan, sum verjir brúkararnar.
- Vit hava eitt kappingarráð, men tað nyttar lítið tí tað hevur so lítlar pengar at arbeiða við, at tað fær ikki fáa røkt sínar skyldu sum veruligir príseftirlit.
- Tí hava handlarnir fullkomiliga fríar ræsur at smyrja so tjúkt upp á vørurnar, sum tað passar teimum, uttan at nakað, sum helst eftirlit er við, um príshækkingarnar eru væl grundaðar ella ikki.
Serliga hart rakt
Hon sigur, at hetta er ein gongd, sum rakar tey veiku í samfelagnum serliga hart.
- Hetta rakar serliga tey tímaløntu og onnur láglønt og so sjálvandi eisini pensjónistarnar og hesir bólkar fáa tað hart í næstu framtíð.
- Tað sær ikki gott út hjá vanligum verkafólki og tá ið árið er úti, vænti eg, at støðan verður vánalig nógvastaðni, leggur hon afturat.
Ingeborg Vinther átalar harðliga, at politikararnir ikki vilja taka stig til at verja brúkararnar betri.
Hon átalar harðliga, at politikarar eftir øllum at døma, hava slept ætlanini um at seta ein brúkaraumboðsmann, sum kann røkja áhugamálini hjá brúkaranum og hon átalar eisini, at politikarar ikki vilja seta eitt veruligt príseftirlit á stovn, ella at geva kappingarráðnum so mikið stóra játtan, at tað eisini fær virka sum ein effektivt príseftirlit.
á stovn.
- Vit eru fullkomiliga givin upp til skutil og tí er tað átaluvert, at politikarnir ikki vilja taka stig til at verja okkum.
Keypiorkan má tryggjast
Men nú eru tað mong, sum føra fram, at brúkarin er sjálvur tann besti prísansarin og at kappingin er so hørð, at prísirnir verða hildnir niðri?
Hesum ivast Ingeborg Vinther í. Í øllum førum bera príshækkingarnar seinastu tíðina ikki boð um hetta.
Hon vísir eisini á, at hóast handlarnir eru nógvi ber til at gera avtalur um, hvussu nógv vørur skulu kosta. Tað fekst prógv fyri, tá ið ein rúgva av bakarum nakað síðani vórðu dømdir fyri at hava sett kappingina út av kraft, tí teir høvdu avtalað, hvussu nógv breyðini skuldu kosta.
Samstundis sum príshækkingarnar eru ógvusligar, er skipanin eisini avtikin, har lønirnar verða prístalsviðgjørdar, so at tær hækka, so hvørt sum prísirnir hækka.
- Sostatt er øll verja tikin frá brúkarunum og tað skilji eg ikki, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað rætta hevði verið, at vit fáa eina skipan, sum tey hava í Íslandi, har tað er staðfest, at fara prísirnir upp um eitt vist, skal samráðast um sáttmálarnir av nýggjum fyri at byrgja upp fyri, at keypiorkan fellur.
Hon sigur, at arbeiðarafeløgini hava roynt at tala fyri eini slíkari skipan, men tað hevur verið ómøguligt.
- Men ein slík skipan skuldi verið gjørd sum ein trýpartaavtala ímillum Arbeiðsgevarar, fakfeløg og landsmyndugleikarnar. Og taka arbeiðsgevarar ikki undir við tí, eigur tað at verða ásett við lóg, leggur Ingeborg Vinther afturat.