Politikararnir mugu tora at taka avgerðir

-Kjak hevur tikið seg upp, hvørt tað í sparirundu er rætt at taka undirvísingartímar frá teim yngstu flokkunum.Kjakið í Føroyum snýr seg hesaferð, og sum so ofta fyrr, um smátingini í staðin fyri yvirskipaðu málini. Føroya Arbeiðsgevarafelag finst at kjakinum, sum hevur staðið seg upp um tímatal og frítíð hjá fólkaskúlunum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at kjakið í Føroyum snýr seg hesaferð, og sum so ofta fyrr, um smátingini í staðin fyri yvirskipaðu málini.

-Yvirskipaðu málini og kjakið áttu at snúð seg um, hvat vilja vit við fólkaskúlanum, og hvussu fáa vit tann besta fólkaskúlan í dygd, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Hvørjar raðfestingar skulu gerast fyri at fáa besta skúlan á ein fíggjarliga forsvarligan hátt, hevur felagið eisini boð uppá. Hetta kann millum annað gerast við at:

?Smáir skúlar verða niðurlagdir, so at so fáir fólkaskúlar, sum til ber, eru í Føroyum ? hetta fyri at kunna veita børnunum so javnbjóðis góða og fjøltáttaða undirvísing sum gjørligt.

?Miðað verður eftir, at stimbra børnini soleiðis, at allir tannáringar eftir loknan fólkaskúla fara á miðnámsskúla ella í læru. Samstundis sum viftan av møguleikum hjá ungum verður gjørd so breið, at tað eisini verður møguligt hjá teimum minni bókligu næmingunum at nema sær útbúgving.

- Men hetta krevur, at tey sum sita við ábyrgdini tora at taka neyðugu avgerðirnar, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.