Politikararnir mugu kenna størri ábyrgd

Í dag klokkan 16 verður altjóða Eldraárið sett í Norðurlandahúsinum. Tað er altjóða felagsskapurin ?Sameindu Tjóðirnar?, sum hevur gjørt av, at árið 1999 skal vera ?Altjóða Eldraár?.

Tað verður landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, sum setir eldraárið. Eftir tað verður kunnað um tey tiltøk og ætlanir, sum verða í hesum árinum. Her eru tað Landsfelags Pensionistanna, Eldraáðið, Fyrireikingarnevndin oo., sum fara at leggja fram. Seinni verður so felagssangur og undirhald. Eitt av endamálunum við Altjóða Eldraárinum er at lýsa og fáa í lag tjak um leiklutin og støðuna hjá eldra ættarliðnum. Landsstýrið hevur tí sett ein Fyrireikingarbólk, sum skal taka sær av hesum. Fyri at lýsa evnið verður skipað fyri kvøldsetum, fyrilestrum, tjakfundum, eldradøgum, greinarøðum oø. Ein uppgávan verður at benda almenninginum á viðurskiftitini hjá eldri borgarum í føroyska samfelagnum og ítøkiligt gera vart við, hvussu bøtast kann um og menna livikor og lívsdygd.


Í skrivi sigur Fyrirreikingarnevndin m.a., at um lýsingin av viðurskiftunum skal gerast fjølbroytt og viðkomandi, er umráðandi, at allir bólkar við tilknýti og áhuga fyri viðurskiftunum hjá eldri borgarum koma við hugskotum og taka virkan lut í tiltøkum. Umráðandi er, at hetta árið ikki kemur at standa einsamalt, men heldur verður byrjanin til eitt framhaldandi breitt samstarv millum feløg, myndugleikar og stovnar, soleiðis at samfelagið og tey, ið mynda okkara samfelag, sum heild kom at kenna og virða støðuna hjá eldra ættarliðnum.


SANNILIGA er brúk fyri, at okkara pol-itikarar vísa teimum eldru størri ans. Hyggið bert eftir út av lagi vánaligu støðuni á eldraøkinum í høvuðsstaðnum. Orsakað av manglandi ellis- og røktarheimsplássum mugu gomul fólk halda til á sjúkrahúsum, har tey als ikki hoyra heima. Hetta er eisini ein alt ov dýr loysn.Mong verða slept uppá fjall heima við hús, har tey ikki fáa neyðugu røktina heldur. Tey avvarðandi hava rætt og slætt ikki orkuna til at taka sær av teimum. Sum fjølmiðil hava vit eisini eina ábyrgd, og hon er at vísa á støðuna og viðurskiftini hjá teimum eldru. Tað mugu politikarar og myndugleikar so taka til sín og gera nakað við. Nokk er tosað. Hækkaða tingmannalønin krevur m.a. av teimum, at teir brúka tíð og orku at kunna seg við viðurskiftini og út frá hesum koma við ítøkiligum uppskotum til loysnir.