Amnesty Føroyar hevur í fleiri førum heitt á politiska myndugleikan um at seta tiltøk í verk til frama fyri flóttafólk.
– Vit hava serliga heitt á føroyskar myndugleikar um at byrja arbeiðið við at fyrireika eina tilbúgving, soleiðis at vit, sum tað minsta, megna at møta fólki virðiliga. Tað hevur tó tíverri ikki borið á mál, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroyum.
– Vit halda, at vit í Føroyum skulu taka ábyrgd í mun til flóttafólkaspurningin. Og vit halda avgjørt ikki, at tað er gjørt nóg nógv, sigur hon í samrøðu við Sosialin, sum kemur út í kvøld.
Felagsskapurin meinar, at vit hava eina altjóða ábyrgd fyri heimsins neyðstøddu, og tí eiga vit at kunna hjálpa flóttafólkum upp á fleiri mátar.
– Eingin kann gera allan munin, men øll kunnu gera mun í tí smáa eftir førimuni. Og fyri tann, sum vit hjálpa, kunnu vit gera allan munin, sigur Katrin á Neystabø.
Hetta er eitt lítið brot úr grein í Sosialinum, sum kemur út í kvøld. Hesa ferð hava vit eitt lítið tema um flóttafólkaspurningin. Vit hava eisini lodda dýpið og kannað, um politisk undirtøka er fyri at taka ímóti flóttafólkum. Les meira í blaðnum...











