Politikararnir fáa frið á ólavsøku

? Fyri meg er næstan ikki munur á, um eg prædiki ein vanligan sunnudag í Sandvíkar kirkju, ella nú eg skal prædika á ólavsøku. Orðið er jú tað sama, og tað er hetta, eg skal prædika út frá, sigur Andreas Andreasen, prestur, sum í ár skal prædika á ólavsøku

? Sjálvandi kemur tað at merkjast, at ólavsøkugudstænastan er nakað serlig. Tað er ein hátíðardámur yvir henni, sigur hvalbiarprestur, Andreas Andreasen.

? Hetta fer eisini at mynda prædikuna nakað, hóast eg ikki enn eri liðugur at fyrireikað meg, og tí ikki dugi at siga, alt eg fari at viðgera í prædikuni.

Andreas vísir á, at tað eru teir ávísu prædikutekstirnir, sum prædikast skal út frá í kirkjunum. Soleiðis er eisini til gudstænastuna ólavsøkudag kl. 11 í Dómkirkjuni. Teksturin til ólavsøkudag er frá Jóh. 12, 24 - 26, har sagt verður um hveitikornið, sum fellur í jørðina. Doyr tað, ber tað miklan ávøkst.

? Her hjá okkum kenna vit ikki so nógv til hveitikorn, men setepli kenna vit øll. Tá ið tey verða sett niður um várið doyggja tey. Men við teirra deyða, koma nýggj og frísk epli til. Tað er neyðugt at hesi doyggja, fyri at tey skulu geva nýtt lív.

? Hetta er ein góð mynd um Jesus sjálvan. Við hansara deyða, varð nevnliga nakað nýtt til. Hansara deyði gevur nýtt lív. Hetta er í grundini innihaldið í sjálvum páskunum.


Fátækt fólk uttan søgu

Andreas ætlar tó eisini at koma við nøkrum søguligum hugleiðingum á tjóðardegnum okkara.

? Tað verður nakað um Ólav, men eg ætli eisini at koma inn á eina hending um onkran útróðrartúr úr seinastu øld, sum rakti Havlbiar bygd sera hart.

? Tann søguligi parturin er eisini sera týðandi fyri einhvørja tjóð. Tað er jú eitt fátækt fólk, sum ikki minnist sína søgu.


Fert tú ikki at siga nakað við politikararnar?

? Eg fari ikki at langa út eftir politikarunum. Sjálvur haldi eg tað hoyrir ongastaðni heima. Ein má jú byrja við sær sjálvum og taka í egnan barm. Vit eru allir syndarar, eg, politikarin og øll onnur, og vit tørva Jesu náði.

? Um vit nýta hetta høvið í sambandi við ólavsøkuprædikuna at sláa út eftir politikarunum, so verður tað ikki longur Jesus, sum er í miðdeplinum. So hava vit flutt ljóskastaran á nakað annað.

? Í grundini er tað ikki nakar nýggjur boðskapur eg fari at koma við. Tað er tann 2000 ára gamli boðskapurin, sum hevur yvirlivað, hóast ofta hevur verið roynt at taka støðið undan honum, sigur Andreas.


Liðugur í góðari tíð

Andreas Andreasen er annar av sóknarprestunum í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Bústaður hansara eru í gamla prestastaðnum í Suðuroynni, á Leirum í Hvalba. Hann hevur verið í starvinum, sum er hansara fyrsta, í hálvttriðja ár. Umframt hesa tænastuna, hevur hann eisini 40% tænastu í sunnaru helvt av Suðuroy.

Andreas er sera áhugaður í søgu - nakað sum eisini kemur at síggjast aftur í ólavsøkuprædikuni. Gamla Testamentið hevur hann eisini arbeitt sera nógv við, og tað leggur ein eisini merki til, um ein er til gudstænastu hjá Andreas.

Tað verður sagt um summar prestar, at teir skriva prædikuna kvøldið ella náttina fyri, at teir skulu prædika. Andreas er ikki ein av teimum. Sjálvt um hann ikki enn er liðugur at skriva, so verður alt liðugt langt áðrenn ólavsøkudag, sigur hann.