Leygardagin verður eitt stórt tiltak í miðvbýnum í Havn, har endamálið er at varpa ljós á veðurlagskreppuna. Tað eru felagsskapirnir, Ringrás, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Veðurlagslóg NÚ, sum skipa fyri. Tiltakið er ein roynd at vekja politikararnar og at fáa teir at taka ítøkilig stig fyri at skerja útlátið.
Tiltakið verður í Perluni og Perlutorginum í Tórsgøtu í Havn klokkan tvey leygardagin og har verður bæði tónleikur við Brimhvítt og Bárði Johannesen, Marjun Syderbø Kjelnæs fer at lesa upp og Bogi Hansen, Sólfríð Gregersen og Elsa Berg fara at halda røðu.
Tey vísa á, at fyri tveimum árum síðani staðfestu yvir 11.000 granskarar at Jørðin er í eini veðurlagskreppu. Umframt veðurlagsbroytingar, tosa granskarar eisini um hina sættu hópoyðingina av djóra- og plantusløgum.
Fyrireikararnir siga, at eftir fólkatalinum hava vit í Føroyum stórt útlát av vakstrarhúsgassi, samstundis sum at vit ikki hava lagt nóg stóran dent á at verja lívfrøðiliga margfeldið. Gransking á hesum øki gera vit ikki nógv av heldur og eitt nú, vita vit ov lítið um, hvørjar avleiðingar veðurlagsbroytingar fáa fyri Føroyar í framtíðini.
– Politiska skipanin er á ongan hátt vaknað, siga tey og tí halda tey, at tað er neyðugt, at vit hava eina virkna umhvørvis- og náttúruverndarrørsla, sum vil stríðast fyri at vit fáa eina bindandi veðurlagslóg, sum skerjir føroyska útlátið munandi meira enn veðurlagspolitikkurin leggur upp til.
Stríðið er eisini fyri at vit fáa eina náttúrumargfeldislóg, ið verjir og varðveitir føroysku náttúruna og stríðið er eisini fyri at gera meiri burtur úr náttúrugransking.