Tá varð eisini spurningurin reistur, hvørt tað er rætt, at løgtingsmenn sjálvir skulu kunna áseta egnar lønir - ella ikki.
Uppskot tingformansins um hækkaðu lønirnar varð kortini samtykt - uttan serlig mótmæli. Høvuðsgrundgevingin fyri at hækka lønirnar var, at løgtingsstarvið skuldi virðismetast hægri - at starvið skuldi fáa hægri tign, og at vit harvið skuldu fáa betri tingmenn, sum aftur skuldi føra til dygdarbetri politisk avrik.
Føgur orð, kunnu vit siga. Og vit skulu ikki á hesum stað fara at meta um, hvørt tingmenn liva upp til álitið, teir sjálvir hava veitt sær. Men vit kunnu staðfesta, at tað er púra burturvið, at tingmenn sjálvir skulu áseta egnu lønir sínar. Og eina høvuðsgrundgeving fyri hesum fingu vit nú henda dagin, tá ting- og landsstýrismenn bóru fram, at landsstýrismannalønirnar eisini eru ov lágar! Hetta kom fram í áliti frá nevnd, sum hevur viðgjørt landsstýrismannapensjónirnar.
Eitt er tað, at okkara kosnu menn og kvinnur skulu fáa eina góða løn, og vit kunnu eisini taka undir við teimum, sum siga, at tað ikki skal verða eitt fíggjarligt bakkast fyri einhvønn, at verða valdur á ting ella í landsstýri. Men alt við máta, góðu menn! Tað merkir ikki, at okrast skal við lønunum, tí onkur í privata vinnulívinum fær hægri løn enn løgmaður ella onkur landsstýrismaður. So væl spælir klaverið heldur ikki.
Rættuliga ørkymlandi er tað eisini, at politikarar, ið hava sum hugsjón, at hvør einstakur av landssins borgarum sjálvur skal tryggja sína egnu eftirløn, nú skjýtur upp, at landið skal rinda landsstýrismonnum og løgmanni upp í 26.000 krónur í pensjón restina av lívinum. Hví í allari víðu verð skal løgmaður metast so nógv hægri enn vanligir fólkapensjónistar?
Veruleikin í dag er, at ein tingmaður, sum hevur sitið á tingið í eini 10 ár, og sum kanska hevur eina privata pensjón umframt, fær eina tríggjar arbeiðsmannalønir í pensjón.
Er tað soleiðis, landið skal stýrast?
Politikarar okkara skulu hava góðar arbeiðs-, lønar- og eftirlønarumstøður. Eingin ivi um tað. Men setið óhefta nevnd at áseta hesi viðurskifti, so landsins borgarar sleppa undan at misteinkja politikarar fyri at draga til sín sjálvs. Tá fáa vit eisini tað vatntætta skottið, ið so mangan hoyrist av politikaramunni?