Politikarar taka í egnan barm

Eftirlønarskipanin fyri landsstýrismenn skal nú avtakast fyribils. Síðani skal óheft nevnd setast at gera nýggja skipan. Hetta hava Helena Dam á Neystabø og Høgni Hoydal tikið stig til, fyri at bjarga trúvirðinum hjá politisku skipanini. Andstøðan stuðlar ætlanini


 

Málið um eftirløn til landsstýrismenn hevur fingið eina gongd, ið meint skaðar trúvirðið og álitið á politisku skipanina í Føroyum.

 

Hetta halda Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna Sjálvstýrisfloksins, sum tí hava tikið stig til at fáa landsstýrispensjónirnar avtikar í løgtinginum so skjótt eftir ólavsøku, sum gjørligt.

 

 

 

Nullstilla støðuna

 

Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø boða í tíðindaskrivi frá, at tey eru samd um, at landsstýrismaðurin í lógarmálum ger uppskot klárt at leggja fyri landsstýrið og tingið, har tær broytingar í eftirlønum landsstýrismanna, sum tingið samtykti í mai, verða settar úr gildi og støðan nullstillað.

 

Síðani vilja teir báðir floksleiðararnir hava eitt nýtt uppskot fyri løgtingið um at broyta lógirnar um samsýning landsstýrismanna og tingmanna, soleiðis at tað verður ásett, at ein óheft nevnd skal gera tilmæli um lønarviðurskiftini hjá politikarum.

 

Eftir ætlanini hjá Høgna Hoydal og Helenu Dam á Neystabø, skal óhefta nevndin regluliga gera tilmæli um eftirlønar- og lønarviðurskiftini hjá politikarum, og síðani skal almenningurin væl og virðiliga kunnast um tilmælini, áðrenn politiski myndugleikin sleppur at staðfesta síni egnu lønarviðurskifti við lóg.

 

 

 

Við í Grundlógina

 

Tað er nevniliga ásett í stýriskipanarlógini, at lønarviðurskiftini hjá løgtings- og landsstýrismonnum verða ásett við lóg. Tí eru løgtingslimir noyddir til sjálvir at samtykkja síni egnu lønarviðurskifti og tey hjá starvsfeløgunum í landsstýrinum.

 

Men eisini hetta vilja Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø í longdini hava broytt. Tey eru samd um, at skriv skal sendast grundlógarnevndini, har heitt verður á hana um at gera uppskot í ætlaðu føroysku grundlógina, har óhefta nevndin fær heimild til beinleiðis at áseta lønarviðurskiftini hjá ting- og landsstýrismonnum.

 

 

 

Andstøðan stuðlar

 

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, boðar í tíðindaskrivi frá, at hann fult tekur undir við, at málið um eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum verður tikið aftur, og at ein uttanveltað nevnd verður sett til at endurskoða viðurskiftini.

 

Harumframt boðar Jóannes Eidesgaard frá, at Javnaðarflokkurin ásannar, at málið um eftirlønirnar hjá politikarunum átti at havt bíðað til komið var á mál við einari virðiligari pensjónsskipan fyri tey mongu, sum bert fáa fólkapensjón.

 

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, segði eisini í viðmerking í Sosialinum í gjár, at eitt uppskot um skilagóðar broytingar fór at fáa fullan stuðul frá honum.