Politikarar siga nei til optiónir

Stendur tað til ein meiriluta á tingi, so fáa hvørki nevndarlimir ella leiðsla í Føroya Banka nakran framíhjárætt at keypa partabrøv, nú bankin skjótt verður einskildur. Politikarar eru ímóti tankanum

Fyribrigdi við optiónum til leiðslu og nevnd í størri fyritøkum er eitt vælkent fyribrigdi í øðrum londum, men ikki í Føroyum. Og sjálvt um hann ikki segði tað beinleiðis, var hetta ivaleyst høvuðsósemjan millum fráfarna næstformannin í nevndini í Føroya Banka, Johannus Egholm Hansen, og nevndina í Fíggingargrunninum, sum eigur bankan. Hetta fekk undirstjóran í stóru donsku fyritøkuni, F. L. Smith, sum millum annað eigur sementfabrikkina, Aalborg Portland, at stinga í sekkin og fara úr nevndini.
At nevndin í Fíggingargrunninum ikki ger eftir politiska viljanum, sum fráfarni næstformaðurin førdi fram í útvarpinum í vikuskiftinum, er ikki rætt, um vit spyrja floksformennirnar í teimum størru flokkum. Eingin av teimum gongur nevniliga inn fyri, at nevnd og leiðsla skal hava nakran framíhjárætt at keypa partabrøv. Tvørturímóti eru bæði Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal ímóti at lata optiónir til nakran av stjórunum ella nevndarlimunum.
- Tá vit góvu okkara tilsøgn um at seta einskiljingina í gongd, kravdu vit fullkomiligan opinleika, og optiónir í sambandi við sølu av eini almennari fyritøku var als ikki við í tí. Hesum eru vit eisini ímóti, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í Fólkaflokkinum. Hann er greiður ivir, at hetta er vanligur framferðarháttur aðrastaðni, men heldur ikki, at tað hóskar seg, tá tað snýr seg um eina fyritøku, sum allir føroyingar eiga.
Annfinn Kallsberg er ikki samdur við Hermanni Oskarssyni í, at rættast hevði verið ikki at sett treytir í sambandi við søluna av Føroya Banka, so onki mark varð sett fyri, hvussu nógv hvør eistakur íleggjari kann keypa. Markið er sett til tað ið svarar til 10 prosent av avgerðarrættinum.
- Tað vildi verið til óbótaligan skaða fyri føroyska samfelagið, um til dømis ein útlendskur íleggjari setti seg á avgerðandi meirilutan av partabrøvunum. Hetta kundi sum fráleið sett okkum í eina monopolstøðu, sum í síðsta enda hevði gjørt, at kappingin á peningamarknaðinum hvarv, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann er samdur við landsbankastjóranum, sum í blaðnum í gjár vísti á, at fyrimunirnir eru størri enn vansarnir við at behalda avgerðarrættin í Føroyum, enn at lata útlendingar fara avstað við bankanum.
Eisini formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, er hart ímóti at geva nøkrum framíhjárætt.
- Vit skulu minnast til, at tað vóru føroysku skattgjaldararnir, ið bjargaðu bankanum, og tí skulu allir føroyingar vera líkastillaðir at keypa. Sølutilgongdin av Føroya Banka skal eisini vera fyridømi fyri hinar almennu fyritøkurnar, ið skulu seljast, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann heldur tað hevði verið ábyrgdarleyst ikki at sett treytir við søluni.
- Tað vildi verið skeivt ikki at sett avmarkingar á, so ein stórur íleggjari einsamallur fór avstað við bankanum og harvið kundi seta seg á so stóran part av føroyska fíggjarmarknaðinum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Í einum uppskoti til samtyktar frá Bárði Nielsen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, sum var samtykt í Løgtinginum í mai í fjør, stendur millum annað, at tað er týdningarmikið at varðveita Føroya Banka sum eina sjálvstøðuga strategiska eind í føroyska vinnulívinum. Bárður Nielsen vísir á, at tað ikki var neyðugt at leggja málið um søluna av bankanum fyri Tingið, men hann ynskti at fáa eina breiða semju um søluna, og tí gjørdi hann tað.
- Fyri einum lítlum mánaða síðani varð eg kunnaður um, at hetta við optiónum var ein møguleiki, sum skuldi tengjast saman við søluni, men eg eri sterkt ímóti, at mann lønir fólki á annan hátt enn ígjøgnum sjálva lønina, so tað kravdi eg at fáa úr søluprospektinum, sigur Bárður Nielsen.
Løgmaður hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar til málið um Føroya Banka, men vísir til, at hann tekur undir við ti, sum Bárður Nielsen hevur lagt upp til um ikki at lova nøkrum optiónir.
Formðaurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, er eisini ímóti optiónstankanum.
- Eg ivist ikki í, at bæði stjórn og nevnd fáa góða løn. Vit hava eina breiða semju um, hvussu bankin skal seljast, og tað er týdningarmikið at hava so nógvar eigarar sum møguligt. Hetta var millum annað ein av orsøkunum til, at Virðisbrævamarknaður Føroya varð settur á stovn, sigur Høgni Hoydal.