Politikarar ov lítla virðing fyri ítrótti

Tað gongur illa at fáa politikarar at viðurkenna tað stóra og sjálvbodna arbeiði, sum verður gjørt í føroyskum ítrótti og tí hevur játtanin til ítrótt staðið í stað í nógv harrans ár, hóast prísirnir annars eru nógv hækkaðir. Hetta vóru seinastu orðini hjá Heðini Mortensen, til landsins myndugleikar, áðrenn hann legði frá sær á sum ÍSF forseti á aðalfundinum leygardagin

 Føroyskir politikarar virða ikki ítróttin nóg høgt.

Tað heldur Heðin Mortensen, sum nú hevur lagt frá sær sum ÍSF forseti, eftir at hava røkt starvið í samfull 28 ár, sum er tað longsta, nakar ítróttarforseti hevur sitið í øllum Norðurlondum.

Í seinastu heilsan síni, áðrenn hann legði frá sær, staðfesti hann, at politikarar hava ikki nóg stóra virðing fyri tí stóra og sjálvbodna arbeiði, sum verður gjørt í føroyskum ítrótti og sum er øllum samfelagnum til stórt gagn.

- Í mong harrans ár hevur Ítróttasamband Føroya gjørt vart við, at tað ikki ber til, at játtanin á løgtingsins fíggjarlóg til ítrótt verður standandi í stað, sigur hann í síni seinastu ársfrágreiðing.

Hann sigur, at ímeðan prísirnir eru hækkaðir, hevur játtanin frá landsins myndugleikum til ítróttin ikki flutt seg eitt oyra.

Aftur í ár er játtanin til ítróttin 6.350 milliónir tilsamans og tað hevur hon verið í mong ár.

Játtanin til sjálvt ÍSF er tvær milliónir.

- Einasta broytingin er, at árliga játtanin til Fótbóltssamband Føroya, sum hevur verið 900.000 krónur í fleiri ár, nú skal flytast til Ítróttasambandið í staðin ístaðin fyri til Fótbóltssambandið so at tað hereftir verður ÍSF, sum umsitur alla játtanina til øll sersambondini.

- Tað merkir sjálvandi á pappírinum, at í ár hækkar játtanin til Ítróttasambandið úr tveimum milliónum, upp í 2,450 milliónir krónur og næsta ár hækkar hon so aftur upp í 2,9 milliónir krónur.

- Men hetta er ikki ein hækking, bara ein umflokking, sigur Heðin Mortensen.

- Tí mugu vit bara staðfesta, at politiski viljin ikki er batnaður nakað sum helst, hóast tað sjálvandi er greiðari fyri allar partar, at øll játtanin til ítrótt nú er á einum stað, heldur enn at landsstýrið skal gera av, hvør skal hava hvat.

Studningurin til ferðir innanoyggja er eisini framvegis tann sami, tríggjar milliónir og 250.000 krónur, og Ítróttasambandið fyri brekað fær framvegis játtaðar 200.000 krónur til ítróttaráðgeva.

- Sostatt er altso einki broytt, hóast óteljandi áheitanir frá Ítróttasambandinum á politiska myndugleikan um at viðurkenna tað stóra og sjálvbodna arbeiði, sum gjørt verður í ítróttinum, øllum samfelagnum til stórt gagn.

Men Heðin Mortensen sigur, at hóast tað hevur verið sum at tosa fyri deyvum oyrum, fer Ítróttasambandið vónandi áhaldandi at minna politiska myndugleikan á fíggjarliga tørvin, ið verri enn so er nøktaður.

- Hóast játtanin til mentan sum heild er vaksin, hevur tíverri eingin vilji verið

til at lívga ítróttin, ið átti at verið raðfest nógv hægri, nú fólkaheilsa tykist vera blivið tað nýggjasta politiska lyklaorðið, segði Heðin Mortensen.