Politikarar og miðlar dystast

Leygardagin 15. oktober skipar Ó í samstarvi við Ung í Reyða Krossi og MBF fyri stuðulsdegnum »Hjálp teimum óhjálpnu«.

Í tí sambandi verður stórur fótbóltsdagur í Høllini á Hálsi, har valevnini hjá ymisku politisku flokkunum fáa høvi til at vísa sínar bóltsnildir, samstundis sum fjølmiðlarnir og miðnámsskúlar/Setrið sleppa at vísa, hvør er best í teirra bransju.

Luttøkan kemur tó at kosta, men allir pengarnir fara óskerdir til Ung í Reyða Krossi og MBF.

Prísir fyri liðið er 1.000 krónur. Fimm leikarar verða á hvørjum liði og pláss er fyri einum útskiftara.

Miðnámsskúlanæmingar og lesandi á Setrinum sleppa tó við fyri hálvan prís, 500 krónur

Tilmelding og gjalding fer fram á o.fo

Áskoðararnir sleppa eisini upp í part, tí teir fáa møguleikan at skjóta politikarar við paintball byrsu, berjast í sumo-draktum og mangt mangt annað, siga Ung í Reyða Krossi.