Politikarar lítið vitandi og óupplýstir

Sølvar Michelsen, maðurin aftur fyri nógv umrøddu “Vit siga nei” lýsingina, vil ikki bólkast sum religiøsur fanatikari og tekur eisini frástøðu frá nógvu av ógvusligu útsagnunum frá politikarunum. Hann sigur tó kortini “nei”, og tað greiddi hann Rættarnevndini frá í gjár

Sølvar Michelsen var ein av teimum, sum rættarnevndin hevði kallað til fundar í gjár, mánadagin. Hann er maðurin aftanfyri nógv umrøddu lýsingina, sum eggjaði fólki til at siga “nei” í málinum um grein 266b.
Sølvar Michelsen skilir seg burtur frá teimum, sum hava verið frammi í kjakinum og eru í móti uppskotinum, tí hann hóast hann er eisini er greitt ímóti uppskotinum, so vil hann á ongan hátt bólkast við teimum, sum nýta bíbluna at jagstra fólk við.
Hann legði fyri við at lesa upp øll argumentini tey hava í málinum. Sølvar vísti fyri Rættarnevndini á, at samkynd sum einstaklingar framman undan eru vard av grein 267 í revsilógini, og at kynslig sannføring ikki kann vera nóg mikið til at verða vard fram um onnur, tí aðrir bólkar eru minst líka troyngjandi. Hann vísti somuleiðis á, at Føroyar lítið samfelag og at tað kann vera eitt ov stórt stig at taka.
Sølvar Michelsen vil eisini hava fram, at hann eins og Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk heldur, at tað ikki ber til at lóggeva seg burtur úr happing. Í kjakinum hevur verið víst á, at hetta snýr seg um verju av einum minnilutabólki, men hesum kann Sølvar Michelsen á ongan hátt taka undir við.
– Søgan vísir ongastaðni, at samkynd verða happað sum bólkur, sigur Sølvar Michelsen, sum tí spyr hví vit skulu gera eina lóg fyri nakað, sum als ikki er?
Hann vísir á, at síðan lógin varð samtykt í Danmark í 1987, hevur eittans málið verið í rættinum, og tí sigur speiskliga vit hava við eitt pseudofyribrigdi at gera.
– Ella hevur greinin virkað serstakliga fyribyrgjandi, heldur Sølvar speiskliga fyri, sum undrast stórliga á, hvussu lítið vitandi og óupplýstir Finnur Helmsdal, Kristian Magnussen og Poul Michelsen virkaðu á fundinum.
Sølvar Michelsen undrast á, at tað eisini vóru júst hesir tríggir menninir, sum komu ov seint til fundin, men heldur tó, at teir hava notið gott av hansara viðmerkingumm.