Politikarar kolldøma útrokning um barnaansing

Umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu hevur roknað út, at tað loysir seg betur at gjalda fyri vantandi barnaansing enn at útvega nýggj ansingarpláss. Men sosiala nevnd vil ikki hoyra talan um hetta, og nú er útbjóðingartilfar um bygging av nýggjum ansingarstovni í Klaksvík sent út til átta byggifyritøkur

Tað loysir seg betur fyri kommunukassan at gjalda fólki fyri vantandi barnaansing enn at økja um talið á ansingarplássum.
Tað er niðurstøðan í einari útrokning, sum umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu hevur gjørt og latið sosialu nevnd hjá býráðnum.
Men sosiala nevnd tekur frástøðu frá útrokningini og staðfestir, at kommunan skal útvega fleiri ansingarpláss fyri at fáa bíðilistan til barnaansing niður.
 Vit ætla okkum als ikki at gjalda fólki fyri at ansa børnunum heima, bara tí at tað loysir seg betur. Hetta er ikki bara ein spurningur um pengar, men eisini ein spurningur um trivnað og møguleikar hjá fólki, og vit ætla at fáa fleiri ansingarpláss til vega, sigur Jórun Høgnesen, sum er forkvinna í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu.
Harvið kolldømir hon útrokningina hjá umsitingini, og tað hevur hon undirtøku fyri bæði í sosialu nevnd og í fíggjarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

Umsitingin roknar út
Tað er Almannastovan, sum í fyrstu atløgu rindar fólki pengar, um tey ikki kunnu fáa ansingarpláss til síni børn. Hetta er eitt slag av endurgjaldi fyri, at fólk ikki kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum.
Pengarnir, sum Almannastovan rindar fólki fyri vantandi barnansing, verða síðani tiknir innaftur gjøgnum skattaavrokningina hjá kommununum.
Umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu hevur roknað út, at tað loysir seg betur fyri kommunukassan at gjalda fyri vantandi barnaansing enn at økja um ansingarplássini í kommununi.
Tí hevur umsitingin í einum skrivi mælt býráðnum til at umrøða barnaansingina í einum breiðum høpi, og tað fekk býráðið møguleikan til á fundi týskvøldið. Har stóð málið um barnaansingina á skránni.
Men tað er eingin undirtøka fyri at brúka útrokningina hjá umsitingini til nakað.
Bæði sosiala nevnd og fíggjarnevndin hava staðfest, at kommunan skal raðfesta eina loysn av barnaansingartørvinum.
 Sjálvandi skal kommununan hugsa um at fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu, men vit fara á ongan hátt at velja eina loysn, har vit gjalda fólki fyri vantandi barnaansing heldur enn at gera nýggj ansingarpláss, sigur Jórun Høgnesen, forkvinna í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu.

Byggja nýggjan barnagarð
Klaksvíkar kommuna hevur júst sent út útbjóðingartilfar um bygging av einum nýggjum barnagarði í býnum. Átta byggifyritøkur hava fingið tilfarið, og tey hava nú nakrar vikur til at rokna eitt tilboð út.
Nýggi ansingarstovnurin skal byggjast við Traðargøtu, sum liggur mitt í einum lívligum barnakvarteri á vestursíðuni í Klaksvík. Økið var fyri nógvum árum síðani gjørt klárt til at byggja á, men byggingin gjørdist ongantíð veruleiki.
Fakfólk hava gjøgnumgingið gomlu tekningarnar av ansingarstovninum, og tekningarnar eru tíðarhóskandi, verður sagt. Tí kann farast undir byggingina av ansingarstovninum um stutta tíð.
 Vit ætla at gera so skjótt av, sum tað ber til. Nú skulu fyritøkurnar fyrst lata kommununi síni tilboð, men tá ið tey eru komin inn, gongur ikki long tíð til farið verður undir sjálva byggingina, sigur Jórun Høgnesen.
Nýggi ansingarstovnurin skal hýsa bæði barnagarði og vøggustovu, og tað verða umleið 70 ansingarpláss á stovninum.
Umframt hetta er ætlanin eisini at gera15 pláss afturat á ansingarstovninum Blákolluni við Kjalarvegin. Tað skal gerast við at flyta spælistovuna hjá dagrøktini, sum heldur til í kjallaranum, og gera eina vøggustovu har ístaðin.
 Við hesum báðum ítøkiligum ætlaninum koma vit væl ávegis við at loysa ansingartørvin í kommununi, sigur Jórun Høgnesen.