Tað er nú greitt, at peningur verður eisini settur av til Suðuroyartunnilin á fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað eru bæði samgongan, og tað mesta av andstøðuni, samd um.
Á fíggjarlógini fyri í ár er peningur settur av til at arbeiðið at fyrireika verkætlanina at gera undirsjóvartunnil ímillum Sandoy og Suðuroy. Tær eru brúktar til ymsar jarðfrøðiligar kanningar, men næsta ár ætlaði samgongan ikki at seta pengar av til endamálið. Hinvegin loypa 800.000 krónur av játtanini í ár og ætlanin er at brúka tær til at halda fram við fyrireikingunum.
Men nú Fíggjarnevndin eisini hevur havt fíggjarlógina til viðgerðar, er tað greitt, at peningur verður kortini settur av til Suðuroyartunnilin.
Meirilutin í Fíggjarnevndini, sum er samgongan, og Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, mælir til eisini at seta fimm milliónir av til endamálið næsta ár, og tað sama gera tvey umboð fyri andstøðuna, Kristina Háfoss og Aksel V. Johannesen. Peningurin skal brúkast til at halda fram við tí fyrireikandi arbeiðnum.
Eitt annað umboð fyri andstøðuna, Ruth Vang, nevnir ikki tunnilin – men hon nevnir heldur eingi onnur ítøkilig mál, tí hon mælir rætt og slætt Løgtinginum frá at samtykkja fíggjarlógina.
Løgtingslimir hava fleiri ferðir róð fram undir, at tá ið Sandoyartunnilin er liðugur um tvey ár, skal tað verða klárt at halda fram til Suðuroyar. Og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, hevur boðað frá, at frá 2024 skulu 100 milliónir setast av til endamálið um árið, og endamálið er, at tað skal vera koyrandi ígjøgnum ein suðuroyartunnil í 2030.