Framman fyri mær liggur bókin "Etikk i Politikk og Journalistikk", sum Norðurlandahúsið gav út í 1990 í samband við eitt seminar, sum Norrøna Felagið skipaði fyri. Hendan bókin lýsir m.a. hvørja ábyrgd og skyldur politikarir og tíðindafólk hava í kraft av tí valdi og møguleika fyri ávirkan tey hava sum ávikavist tíðindafólk og politikarir. Orsøkin til, at eg havi leitað bókina fram, er áhugin, teir føroysku fjølmiðlarnir og politikkarirnir hava víst málinum um sambýlið fyri fólk við menningartarni í Smærugøtu í Tórshavn.
Tá eg hoyrdi um málið, var mín fyrsti tanki, at hetta mátti fara at vekja stóran ans í øllum fjølmiðlum og millum allar landspolitikarar.
Mín hugmynd av journalistum hevur altíð verið, at teir hava valt sítt yrki m.a. av idealismu og at teir tí eisini síggja tað sum sína uppgávu at kasta ljós á viðurskifti í samfelagnum, har borgarin er fyri órætti í møti við almennar skipanir. Fjølmiðlar verða jú nevndir tann triðja statsmaktin og tulki eg tað soleiðis, at teirra máti at velja tíðindaevni út uppá og teirra máti at lýsa hesi evni uppá, gevur teimum møguleika at ávirka gongdina í samfelagnum. Hetta ger, at teir hava eina veruliga valdsstøðu, sum teir eiga at vera eyðmjúkir yvirfyri í sínum dagliga arbeiði. Her er tað, at etikkurin her seg galdandi.
Í málinum um Smærugøtu hevur eittans tíðindablað, Dimmalætting, viðgjørt málið. Sum samfelagsborgari í Føroyum og nevndarlimur í Javna, felagnum, sum umboðar fólk við menningartarni og teirra avvarðandi, undraði tað meg, at hvørki Útvarp Føroya (ÚF) ella Sjónvarp Føroya (SvF), íð eru almennir fjølmiðlar, sum vit øll hava skyldu at gjalda til, ikki lýstu málið. Tí ringdi eg til bæði ÚF og SvF við míni undran og greiddi frá trupulleikunum í málinum, sum í høvuðsheitum er viðgerðin, tað hevur fingið í Tórshavnar Býráði. Eg legði harafturat dent á, at grundleggjandi rættartrygd og mannarættindi fyri nakrar av okkara veikastu borgarum vóru sett til viks. Eisini vísti eg til skrivingina í bløðunum og at tað undraði meg, at ongir landspolitikarar høvdu gjørt vart við seg. Eg veit um, at eisini onnur frá felagnum Javna hava vent sær til nevndu miðlar við áheitan um at taka málið upp.
Teir, sum eg tosaði við í nevndu fjølmiðlum, hava leiðarastørv á tíðindadeildunum og eg var sannførd um, at teir sóðu álvaran í málinum, ikki minst út frá teirra fakliga førleika.
Nú er meira enn ein vika gingin, síðani eg vendi mær til ÚF og SvF, og málið hevur enn ikki verið viðgjørt í nøkrum av nevndu fjølmiðlum. Onkrir privatpersónar, býráðspolitikarar og fakfelagslimir hava víst sín stuðul í bløðunum, og fløvir hetta nógv um hjá okkum, sum síggja tað sum eina sjálvfylgju, at føroyingar við menningartarni hava somu rættindi í Føroyum sum allir aðrir føroyingar.
At eingir av okkara landspolitikarum, so vítt eg eri kunnað, hava tikið málið upp, er ikki sørt ørkymlandi. Í hesum førinum hava teir haft ríkiligt høvi til at vísa í verki, at álvari liggur aftanfyri lyfti, teir fleiri ferðir hava givið um at tryggja fólki við menningartarni virðulig livikor.
Tann spurningurin, sum aftur og aftur kemur fram fyri meg er, hvat tað er, sum ger at hetta málið, sum hevur so stórar fylgir fyri tey, sum tað umfatar, ikki fær rættvísiskensluna at vakna hjá bara onkrum av teimum, sum veruliga hava vald og kunnu ávirka. Er orsøkin, at høvuðsper-sónarnir ikki eru áhugaverdir og provokerandi og um so er, kann okkara samfelag liva við tí? Halda føroyskir politikarar og fjølmiðlafólk, at hesi fólkini hava so lítið uppá seg, at tey einans leggja í at viðgera teirra viðurskifti, tá tað hóvar teimum og ikki tá veruligur tørvur er á tí?
Gongdin í hesum málinum vísir í øllum førum, at tað er tørvur á lógum, sum tryggja rættindini hjá borgarum við skerdum førleika, eisini um politikararnir, sum í hesum førinum, velja ikki at gera nakað við eitt einkult mál.
Eg kann tó ikki hugsa mær, at hetta málið at kalla er tagt burtur ímillum teirra, sum áttu at gjørt vart við seg, av illvilja. Velji at trúgva, at orsøkin er væntandi vitan og innlit í grundleggjandi virði og mannarættindi og rættindi, sum eiga at vera sjálvsøgd í einum framkomnum vælferðarsamfelagi, sum vit fegin vilja hava. Føroyskir politikarar og fjølmiðlafólk eru hvørki verri ella betri enn fólk flest og ein kann eisini siga, at vit liva í einum demokratiskum samfelagi og hava teir politikarar og fjølmiðlafólk, sum vit hava uppiborið. Tey, við menningartarni hava í flestu førum ikki førleika til at meta um, hvørt ein politikari virkar fyri teirra søk - hvørjar politikarar og fjølmiðlafólk hava tey uppiborið? Eg eri sera nógv í villareiði.
Eg lati hendan spurningin standa opnan og vóni at gongdin í hesum málinum fær onkran, sum hevur ávirkan og vald at vakna, so at trygd kann fáast fyri, at nakað tílíkt ongantíð aftur fer at henda í Føroyum.










