- Tað er harmiligt, at tað ikki longur er nakað yvirskipað mál, sum savnar okkara politiska landslag, heldur landsstýriskvinnan Annika Olsen
Annika Olsen, sum er landsstýriskvinna fyri Fólkaflokkin, hugleiðir í skrivi, hon hevur sent fjølmiðlunum í kvøld, um, hvussu politiska landslagið er ávirkað av tíðini, vit liva í.
- Vit liva í eini postmodernistiskari tíð, har einstaklingurin og áhugamálini hjá tí einstaka eru sett í hásæti. Grundhugsjónin í postmodernismuni er, at allar ideologiir eru deyðar, tær ”stóru søgurnar” eru ikki absoluttar longur, og ístaðin tekur tað einstaka menniskja tað til sín, sum passar til virðini hjá tí einstaka, sigur Annika Olsen.
Hon heldur, at hetta sæst eisini aftur í politiska umhvørvinum.
- Lítið er at ivast í, at individualisman ella narcissisman, sum eyðkennir postmodernistiska tíðarrákið, sæst aftur í føroyskum politikki, treyðugt so. Vit politikarar eru partur av okkara tíð og eru tí eisini fangaðir í hesum narcissistiska meldrinum, har tað snýr seg um at vinna nakrar minuttir av fame í sjón- og útvarpi til tess at tekkjast veljarunum og fyri at røkja okkara persónligu politisku áhugamál til tess at blíva aftuvald/ur.
- Tað, sum er harmiligt er, at tað ikki longur er nakað yvirskipað mál, sum savnar okkara politiska landslag, og fyri meg persónliga, er tað serliga visjónin um eina sjálvbjargnar Føroyar, sum er fullkomiliga mist úr eygsjón. Sum ein summardag, tá herviliga mjørkin køvir landið, er tjóðskaparstríðið køvt av í toku, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan ávarar ímóti gongdini:
- Tað er bæði gott og neyðugt at loysa politisk stórmál, sum hvørt landsstýrisfólk er sett til fyri at loysa, og gamaní hava vit sera stórar avbjóðingar at loysa hvønn dag, men um onki yvirskipað mál er og ongin verulig vísjón er fyri føroysku tjóðina, er vandi fyri, at føroyskur politikkur degenererar, og harvið stendur øll politiska skipanin og í síðsta enda samfelagið alt fyri hóttafalli, heldur Annika Olsen.
- Mín vón er, at hetta tingárið fer at flyta mørk, at politisku flokkarnir taka lógvatak saman fyri at finna eina breiða politiska semju um tjóðskaparmálið, sum gagnar føroyska samfelagnum, og hetta merkir sjálvsagt, at allir flokkar mugu flyta seg til tess at finna ta breiðu semjuna, og tað krevur politiskan vilja og hegni.