Politikarar eru við í spælinum

Løgmaður, landsstýriskvinnan í mentamálum og borgarstjórin í Havn eru við í arbeiðnum hjá Ítróttarsambandinum at fáa vertsskapin av Oyggjaleikunum aftur til Føroya.

 

Tá ið aðalfundur var í Oyggjaleikafelagsskapinum í morgun, vóru tríggir leiðandi politikarar við til aðalfundin, sum varð hildin í Newport á Isle of Wight. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vóru eygleiðarar til fyrsta partin av fundinum.

 

Uppgávan hjá politikarunum var at vísa andlit og boða frá, at føroyskir myndugleikar stuðla arbeiðnum hjá Ítróttarsambandinum at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya.

 

Øll trý søgdu í samrøðu við Rás2, at tey taka undir við at fáa leikirnar aftur til Føroya, og tey eru eisini sinnað at verða við í ítøkiliga arbeiðnum at fyrireika og fíggja Oyggjaleikirnar í Føroyum.

 

- Tað skal meira enn orð til fyri at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya, tað skal eisini handling og pengar til, og tað uppgávuna skulu vit lyfta saman. Men eg havi avgjørt varhugan av, at Føroyar eru førar fyri at hýsa leikunum aftur, og at vit kunnu gera tær neyðugu útbyggingar, sum skulu til fyri at fáa leikirnar aftur til Føroyar, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.

 

Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, fegnaðist um, at tríggir leiðandi politikarar møttu til aðalfundin hjá Oyggjaleikafelagsskapinum.

 

- Tá ið tú bjóðar teg fram til at hýsa Oyggjaleikunum, mást tú eisini senda eitt sterkt signal um, at tú hevur eitt sterkt lið, og tí ger tað stóran mun, at leiðandi politikarar vísa seg til hendan aðalfundin, sigur Petur Elias Petersen.