«Vit hava ábyrgd av at lýsa trupulleikan, ikki loysa hann». Tað sigur Djóni Eidesgaard, leiðari á Barnabata við Sosialin um vikuskifti, tá hann svarar uppá ein spurning um fátækraváða og fátækradømi í Føroyum.
Barnabati hevur yvirtikið felagsskapin Í Menniskjum Góður Tokki og hevur tískil ábyrgd av at samla pening inn til m.a. jólahjálpina, ið verður givin út á hvørjum ári um hesa tíðina.
- Tað eru politikarar, ið hava ábyrgdina av at loysa trupulleikan og tey raðfesta ikki økið nóg høgt, sigur Djóni Eidesgaard.
Djóni Eidesgaard sigur, at enn fáa tey ikki sagt hvussu nógvur peningur fer at koma inn ella hvussu nógvar umsóknir fara at koma inn um jólahjálp, men um árið í ár fer at líkjast undanfarnum árum, so hevur felagsskapurin ikki nokk av peningi at ganga øllum umsóknunum á møti.
- Um árið í ár fer at líkjast undanfarnum árum, so so hava vit nokk til eini 140 av 440 umsóknum, sigur Djóni Eidesgaard.










