Løgreglan hevur sperrað av økið kring Nørreport Station í Keypmannahavn fyri at kanna eitt »mistænkeligt forhold«.
Københavns Politi er møtt vælmannað upp við Nørreport Station í Keypmannahavn. Politiið við einki siga, men við Ekstra Bladet siga teir, at teir kanna misteinkiligar umstøður. Politiets Aktionsstryke er til staðir á tokstøðini.
Blaðið skrivar, at politiið vísir fólki til aðrar flutningsmøguleikar enn Nørreport Station, tí støðin er stongd.
Politiið er á staðnum við bumbuhundum, átaksleiðarum og fleiri politibilum og við hundapatruljum.
Eitt ferðafólk úr tokinum sigur við Ekstrablaðið, at hann og fleiri onnur eru føst í s-tokinum á veg út av Vesterport Station. Í s-tokinum hava tey fingið at vita, at tey ikki sleppa víðari, og úti á Vesterport Station ganga løgreglunmenn við skapløttum vápnum.
DSB sigur, at eingi tok steðga á Nørreport Station fyri ikki at órógva løgregluna.
Fyrr í dag vóru ketu-sms sent við boðum um, at júst Nørreport Station í kvøld skuldi vera fyri yvirgangi. Politiets Efterretningstjeneste , PET, segði, at talan bara var um leysasøgur.
PET hevur júst økt hóttanarstøðið í Danmark. Tað varð gjørt eftir yvirgangsatsóknirar í París, sum higartil hava kostað 130 mannalív.