Politiið: – Slettið tílíkar teldupostar

– Politiið vil tí staðiliga heita á, at um tit móttaka tílíkan teldupost, at ikki opna hann ella viðheftar fílar og sletta teldupostin umgangandi, sigur Politiið, sum hevur fingið eina serliga fráboðan frá borgara í dag.

Føroya Politi fekk í dag eina fráboðan frá einum borgara, ið boðaði frá, at viðkomandi hevði fingið ein teldupost, ið var undirskrivaður av Dansk Politi og Europol. Borgarin fekk hendan teldupostin á sína Google-konto. Í teldupostinum var ein viðheft pdf-fíla, ið var navngivin: ”DANSK POLITI.pdf”

 

Telduposturin varð sendur frá: “Federico Iob” iob.federico001@spes.uniud.it

 

Telduposturin varð sendur til: infos.dansk@politi.dk og Bcc til borgaran.

 

Í teldupostinum stóð í stuttum, at borgarin var undir illgruna at hava barnapornografisk tilfar á sínum eindum, og at Politiið fór at leggja hald á eindarnar hjá borgaranum.

 

– Føroya Politi skal gera vart við, at hvørki vit, Dansk Politi ella Europol venda sær til borgarar á hendan hátt fyri at boða frá brotsverkum. Politiið vendur sær altíð beinleiðis og persónligt til borgaran, skrivar Politiið í fráboðan á Facebook.

 

– Politiið vil tí staðiliga heita á, at um tit móttaka tílíkan teldupost, at ikki opna hann ella viðheftar fílar og sletta teldupostin umgangandi.

 

Tað er ikki neyðugt at boða Føroya Politi frá, um tit móttaka hendan teldupostin.

 

– Politiið í Føroyum mælir altíð til, at borgarin hevur eitt trygt loyniorð og 2 faktor góðkenning á øllum sínum online-kontum so sum Facebook, Instagram, Google vm.