Í komandi viku fara børnini aftur í skúla, og politiið heitir tí á øll, um at vísa størsta varsemi, soleiðis at børnini kunnu ferðast trygg í ferðsluni.
- Forskúlabørnini og børnini, sum fara í 1. flokk, eru bæði lítil á vøkstri og óroynd í ferðsluni, tí er sera umráðandi at koyra við fyriliti, sigur politiið.
Í sambandi við nýggja skúlaárið ætlar politiið at vera til staðar við skúlarnar og gera kanningar.
- Politiið ger kanningarnar fyri at minna foreldur og aðrar bilførarar á at fylgja ferðslulógini við skúlarnar, sigur politiið.
Serliga verður hugt eftir:
- ferð
- um børnini eru íbundin trygdarbelti og nýta rætta trygdarútgerð
- um førarin sjálvur er íbundin trygdarbelti
- um foreldur og avvarðandi minnast til at ansa líka væl eftir øðrum børnum, sum sínum egnu
Annars ynskir politiið børnum og foreldrum í Føroyum eina trygga og góða skúlabyrjan.