Politiið mælir til útvísing

Føroyska politiið, sum hevur handtikið 14 Sea Shepherd limir í sambandi við grindadrápið í gjár, ætlar at tey skulu útvísast.

Føroyska politiið, sum hevur handtikið 14 Sea Shepherd limir í sambandi við grindadrápið í gjár, ætlar at tey skulu útvísast.

 

Tað gjørdi Jón Klein Olsen greitt í samrøðu við Kringvarpið fyri løtu síðani.

 

Talan er um sjey kvinnur og sjey menn í aldrinum 21 til 30 ár, og tey koma frá fimm ymiskum londum.

 

Nøkur av teimum sita í løtuni til avhoyringar hjá politinum, meðan nøkur sita í Mjørkadali.

 

Jón Klein Olsen sigur, at tey verða framstillað í grundlógaravhoyring einaferð seinnapartin, klokkan trý ella fýra.

 

Har fer ákæruvaldið at mæla til útvísing av teimum 14 Sea Shepherd yvirgangsfólkunum.