Leygarmorgunin var eitt harðskapsmál á Grím Kambans gøtu í Havn.
Í hesum sambandi leitar Politiið nú eftir vitnum.
Hetta fór fram hin 15. juli í tíðarskeiðnum frá klokkan 04.19 - 04.30.
Talan er um økið, sum á myndini oman fyri er markerað við reyðum.
– Hevur tú upplýsingar víðvíkjandi harðskapinum, hoyra vit fegin frá tær á tlf 351448, skrivar Politiið.