Politiið leggur video av harðskapsmáli út: Veitst tú nakað?

Politiið vil hoyra frá fólki, sum sóu hesar hendingar sunnumorgunin

Sunnumorgunin klokkan umleið 03:30 vóru tríggjar samanhangandi hendingar í miðbýnum í Havn, sum viðførdi trý harðskapsmál.

 

Fyrsta hendingin var í Basecamp og viðførdi eina hending uttanfyri Pizza King og endar við springvatnið í gongugøtuni. Alt fór fram upp á stutta tíð.

 

Nú hevur Politiið lagt eitt videobrot út frá hendingini við springvatnið, og vónin er at finna fram til vitnir.

 

– Politiið vil hoyra frá fólki, sum sóu hesar hendingar, ella hava upplýsingar um hendingarnar. Ringjast kann á 114.

 

– Myndirnar í uppøkuni kunnu tykjast ógvusligar, ávarar Politiið.

 

Tríggir av teimum, ið fóru til hendurs, fingu skaða, tí teir vórðu slignir og sparkaðir, og teir endaðu á skaðastovuni til kanningar, men teir vóru slopnir lutfalsiga væl burtur úr tí. Í hesum sambandi eru tríggjar mans skuldsettur fyri harðskap. Løgreglan sigur, at talan var bygdarmenn, sum vóru komnir av bygd til Havnar. Vit skrivaðu eisini um hetta á in.fo í gjár, og meira kann lesast HER.

 

Sí videoupptøkuna HER.