Politiið krympar tærnar

Bólkatrýstið á Facebook við at fáa fólk at loypa á bláman hevur rættiliga tikið dik á seg seinastu dagarnar. Nú vikuskiftið stundar til er vandi fyri, at ávirkað fólk eisini fara at taka av hesi avbjóðing

Bólkatrýstið á Facebook við at fáa fólk at loypa á bláman hevur rættiliga tikið dik á seg seinastu dagarnar. Nú vikuskiftið stundar til er vandi fyri, at ávirkað fólk eisini fara at taka av hesi avbjóðing.

 

Á politistøðini í Havn hava tey ikki enn tikið nøkur serlig stig, men tey hugsa um.

 

– Jú, hetta er nakað, sum vit hugsa um. Hetta fer fram kring alt landið, eisini av skipum, sigur Hallgrím Hansen, vaktleiðari á politistøðini í Havn.

 

Hann vísir á, at serligur vandi er á ferð, um hetta verður gjørt í myrki, og um talan er um ávirkað fólk, so kann enda heilt galið.

 

Lesið eisini:Kunnu lættliga seta lív og heilsu í váða

http://www.in.fo/news-detail/news/kunnu-laettliga-seta-liv-og-heilsu-i-vada/ 

– Fólk mugu eisini varða seg fyri bólkatrýsti, og so mugu hini eisini virða tað, at fólk siga nei til avbjóðingina, sigur Hallgrím Hansen.

 

Hoyrið samrøðu við Hallgrím Hansen, vaktleiðari á Politistøðini í Havn við at trýsta á pílin undir myndini.