Tann fyrsta februar fær politiið í Føroyum nýggjan chefpolitiinspektør ístaðin fyri Peter Thaysen, sum hevur røkt starvið í seinastu fimm árini. Hann fer nú aftur í starv sum leiðari fyri løgregluni í Horsens. Nýggi chefpolitiinspektørurin eitur Niels Erik Nymark Jensen. Hann er 50 åra gamal, giftur og eigur tríggjar synir í aldrinum 16 – 23 ár. Hann hevur verið politistur síðani 1986 og hevur nógvar leiðsluroyndir ymstaðni í løgregluni og seinast á politistaskúlanum. Tað vóru fimm umsóknir til starvið.
Fútin, John Kølbæk, sigur, at enn er Niels Erik Nyman ikki serliga kønur í føroyskum, men fyri einum ári síðani var hann á eini 10 daga rundferð í Føroyum og hevði tí eina góða fatan av Føroyum og føroyingum, áðrenn hann søkti starvið. |