Politiið hevur sperrað av eini hús í Hvalba, og politistar úr Havn eru í skundi farnir til Suðuroyar við tyrlu.
Men hvat er hent vil vakthavandi á politistøðini ikki siga nakað um enn.
Tveir politibilar við útrykningi koyrdu við nógvari ferð beint fyri klokkan 13 til tyrlupallin yvir við Strond í Havn. Har fóru teir í tyrluna við hundi og aðrari útgerð.
Sum in.fo skilir, so er eitthvørt á vási í Hvalba, har politiið hevur sperrað eini hús av við politibandi, og politistar standa á varðhaldi við húsini. Eisini hevur sjúkrabilur verið á staðnum.
Info fylgir málinum.
Tann, sum veit nakað um málið, kann senda teldupost til info(at)in.fo ella sms'a til 225000