Tað er nú alt, sum bendir á, at gamli bygningurin hjá BankNordik í Húsagøtu í Havn, verður nýggj politistøð.
Tað ljóðaði nakað síðani, at danskir myndugleikar vóru áhugaðir at útvega bygningin til nýggja politistøð.
Tá ið BankNordik gjørdi av at byggja nýtt høvuðsæti, keytpi býráðið teir báðar stóru bygningarnar hjá bankanum, tann í Niels Finsensgøtu og tann í Húsagøtu.
Men nú sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at samráðingarnir við donsku myndugleikarnar um bygningin í Húsagøtu, eru at kalla komnir á mál og at donsku myndugleikarnir eisini hava góðkent bygningin sum politistøð.
Hann sigur, at tey vilja helst hava eina politistøð miðskeiðis í býnum, og at tey halda, at bygningurin er væl hóskandi sum politistøð, samstundis sum til og frákoyringarnar eru góðar.
Prísurin fyri bygningin er ikki heilt greiður enn, men borgarstjórin sigur, at hann er mettur at at verða verdur einar 40-47 milliónir krónur. Og hann sigur, at nú verður bara bíðað eftir, at danskir myndugleikar taka eina endaliga avgerð.









