Eftir fimm nætur á rað við ófriði í fleiri av forstøðunum kring svenska høvuðsstaðin, Stockholm, hevur politiið gjørt seg út til nú at standa sterkari, tá ófriðurin skal steðgast og basast.
Politistaliðini kring Stockholm hava fingið styrk úr øðrum pørtum av landinum, og hartil eru eisini fleiri býarpartar, har vaksin eru farin at ganga runt um kvøldið og náttina, so tey kanska kunnu fáa lagt á dempara á tað ringasta.
Ófriðurin, sum fyri tað mesta stavar frá ungum við fremmandum uppruna, byrjaði sunnukvøldið, tá eini 40 ungfólk í Husby settu eld á bilar og steinaðu eftir bæði politistum og fólki frá bjargingartænastuni.
Síðani hevur verið ófriðarligt hvørt kvøld og hvørja nátt, og ófriðurin hevur eisini breitt seg til aðrar forstaðir, har eldur verður settur á bilar og hús, umframt at herverk av øllum møguligum slagi verður gjørt.
Politiið hevur tilsamans tikið eini 30 fólk, og í tí eina førinum er talan um handtøku fyri morðbrand, so tí er greitt, at ófriðurin í og kring Stockholm ikki longur bara kann roknast fyri at vera grovar ónollur.