Politiið steðgaði Jólunum í Svinginum

Sunnumorgunin sótu ivaleyst nógv børn og bíðaðu mest sum til fánýtis eftir sjey pørtum av Jól í Svingi, ið verða endursendir hvønn sunnumorgun. Orsøkin var at løgreglan stegðaði sendingini »í svinginum«

Sunnumorgunin mundi skilið verða ringt í fleiri heimum í Føroyum. Spent smábørn høvdu leitað sær upp at hyggja eftir Jól í Svingi, sum Kringvarp Føroya hevur føroyskað úr norskum, men til fánýtis.

Í skránni fyri sjónvarpið hjá Kringvarp Føroya stendur, at allir partarnir av jólakalendaranum Jól í Svingi frá undanfarna sunnudegi og fram verða endursendir frá klokkan átta. Men soleiðs var ikki nú sunnumorgunin.

Tá klokkan var farin av átta, var enn eingin jólakalendari á sjóvarpsskíggjanum. Klokkan níggju sama skilið. Klokkan tíggju varð støðan enn óbroytt, og ikki fyrr enn stutt eftir klokkan tíggju byrjaði sjónvarpið at senda. Børnini vórðu ikki snýtt fyri alt, og fingu hóast alt tveir teir seinastu partarnar av Jól í Svingi.


Ikki fyrstu ferð

Talan er tó ikki um einstaka hending, ið varð nú sunnudagin. Hyggjarar hava greitt okkum frá, at seinasta sunnudag vóru eisini seinkingar í sendingunum, tó ikki í sama umfangi sum hesa ferð. Tó kann staðfestast, at Kringvarp Føroya ikki sendir sambært skránni, ið verður prenta í bløðunum og stendur skrivað á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.


Hendiligt óhapp

Programmleiðarin hjá Kringvarp Føroya, Herluf Sørensen, váttar at hann varð gjørdur varugur við trupulleikan hesa ferð, og greiðir frá, at orsøkin er eitt hendiligt óhapp.

- Orsøkin er at maðurin, sum skuldi senda, varð steðgaður av ferðslupolitinum og afturhildin yvir ein tíma. Vit royndu at fáa onkran annan at senda skjótast gjørligt, men tað eydnaðist so ikki fyrr enn klokkan 10. Tað var sera óheppið, men tað er eitt hendiligt óhapp, og vit royndu sum frægast at bøta um tað, greiðir Herluf Sørensen, programmleiðari í Kringvarp Føroya, frá.

Hendingina sunnudagin áðrenn visti hann einki um, og kundi tískil ikki greiða frá, hvat orsøkin til seinkingina ta ferðina varð.

Staðfestast kann tó at hesa ferð vórðu Jól í Svingi steðgaði í svinginum.