Studentar skulu hava kastað við steinum og molotovcocktails.
Minst 17 eru særd í ógvusligu samanbrestunum. Í gjár doyðu fleiri mótmælisfólk, tá trygdardeildirnar herjaðu á Tahrir-torginum í Bagdad, har mótmælisfólkini høvdu víðgyrt seg.
Í dag vóru eisini ógvusligir samanbrestir í gøtunum í suðurirakiska býnumNasiriyah, siga eyganvitni. Trygdardeildir royna at lata upp aftur brýr og gøtur, sum eru hersettar av mótmælisfólkum. Minst trý eru deyð í Nasiriyah í dag.
Eisini í heilaga býnuym Karbala er ófriðarligt.
/ritzau/AFP