Seinastu tveir dagarnir hava verið heldur friðarligir hjá politinum. Tað fortelur vakthavandi fyri in.fo í morgun.
Tó so hevur okkurt smávegis verið á skrá. Í gjárkvøldið var eitt ferðsluátak norðan fyri, har politiið helt eyga við bilum á vegnum. Tvær bøtur vórðu skrivaðar til fólk, sum tosaðu í telefon, meðan tey koyrdu. Ein bót varð skrivað til ein bilførara, sum hevði eitt barn í bilinum, sum ikki var bundið í trygdarbelti.
Eisini fekk politiið fráboðan um, at ein bilur hevði parkerað á einari gongubreyt.
Í gjár klokkan 15:30 var eitt ferðsluóhapp við Streymin, tá ein bilførari misti tamarhaldið nakað sunnan fyri brúnna. Hann koyrdi móti Streymnesi, og tað endaði við, at bilurin fór út av vegnum.
Bilurin fór illa, men fólkini, sum vóru í bilinum, komu tíbetur væl frá óhappinum. Tey vórðu kortini send á Landssjúkrahúsið til kanningar.