Løgreglan í Føroyum hevur fyrireikað seg til fylgjandi arbeiðsuppgávur: arbeiðsvanlukkur, stórar vanlukkur, umhvørvisvanlukkur, arbeiðs- og uppihaldsloyvi, hóttanir móti oljuvinnuni, aðrar kriminellar atgerðir og trupulleikar við umhvørvisfelagsskapum.
Tað, sum løgreglan ikki hevur tann stóran kunnleikan til, er, at hesar uppgávur skulu í flestu førum loysast langt til havs. Hetta krevur eitt stórt fyrireikingarbeiði. Løgreglan er farin í holt við hetta arbeiði og er komin langt áleiðis, hóast nógv er eftir.
Løgreglan hevur m.a. gjørt avtalu við politistar hjá løgregluni í Stavanger um at fáa serfrøðingar til Føroya at útbúgva eitt serligt føroyskt løgreglulið, sum skal átaka sær at fara út á boripalllarnar. Henda útbúgvingin byrjar fyrst í komandi ári. Løgreglan hevur eisini gjørt avtalur við oljufeløg og oljumálastýrið, sum skulu kunna løgregluliðið um tey serligu viðurskiftini og skipanirnar, sum eru galdandi í sambandi við frálandavirksemi. Løgregluliðið fer eisini at útbúgva seg hjá Danish Offshore Scholl á Fanø og hjá Ríkispolitiknum.
Farið er eisini undir at gera samstarvsavtalur við starvsfelagar í grannalondunum í bæði Stavanger og Aberdeen, um stórar vanlukkur skuldu hent. Eisini verða avtalur gjørdar við danska ríkispolitiið um at fáa hjálparmanning og annan stuðul. Løgreglan í Føroyum hevur eisini gjølla kannað, hvussu løgreglan í Norra og Danmark og lutvíst Skotlandi hevur fyrireikað seg til oljuvinnuna. Eftir tíðarætlanini hjá løgregluni í Føroyum verður alt tilbúgvingararbeiðið liðugt á sumri 2001.










