Til tíðir hevur politiið nógv stríð av, at alarmsentralurin, sum hevur nummar 112, ringir, men tá ið tey so taka telefonina er eingin har. Og tað er er til stórt fortreð hjá politinum, tí alarmsentralurin skal bara brúkast í neyðstøðu.
Løgreglan sigur, at tað hendir við ávísum millumbilum, at telefonin á alarmsentralinum ringir upp í saman í ein hálvan tíma, ella so, men ongin er í rørinum. Tey leggja afturat, at tá ið málið so verður kannað, síggja tey at tað er ikki nakað telefonnummar sum ringir, og tað merkir, at tað er einki simkort í telefonini, sum ringir.
Tað ber nevniliga væl til at ringja á alarmsentralin, hóast onki simkort er í telefonini, sigur løgreglan. Men er simkort í telefonini, sær løgreglan hvat tað er fyri nummar, sum hevur ringt.
Tey siga, at hetta kundi bent á, at tað eru børn, sum hava fingið eina telefon at spæla við og at tey so ringja á alarmsentralin, uttan at vita, hvat tey gera.
Tí heitir løgreglan á fólk um at ansa eftir, áðrenn tey geva børnum eina telefon at spæla við.
– Áðrenn børn fáa eina telefon at spæla við, eigur hon at verða sett í »flúgvarastøðu«, tí so ber ikki til at ringja á alarmsentralin við henni, men spølini á henni rigga líka væl fyri tað, sigur løgreglan.