Eyðun Klakstein
Ein av politibilunum í Klaksvík var úti fyri einum ógvusligum óhappi hósdagin.
Politiið varð boðsent til vanlukkuna á Viðareiði, har ein smágenta var dottin í eina á, men á vegnum gjøgnum Klaksvík, var politibilurin úti fyri einum óhappi, sum hevði við sær, at bilurin helst er vrak.
Ýlandi og blinkandi politibilurin var á veg norður gjøgnum Nólsoyar Páls Gøtu, har hann yvirhálaði fleiri bilar, sum koyrdu inn til síðuna.
? Tá eg kom norður móti ferjuleguna, tók eg nakað av ferðini av, tí ein bilur var frammanfyri. Men tá hann tóktist at fara inn til høgru síðu fyri at halda av, trýsti eg aftur á spitaran og skuldi fara fram við honum. Men tá legði hann tvørtur um vegin og beint út fyri okkum, greiðir førarin, Karl Johansen, frá.
Fýra bilar
Politibilurin rendi beint inn í bilin, sum ætlaði sær tvørtur um vegin, og bilurin við bláa blinkinum á takinum varð síðani slongdur oman á parkeringsplássið á ferjuleguni, har hann rendi inn í tveir parkeraðar bilar.
Tríggir av teimum fýra bilunum eru illa farnir, og ivasamt er, um politibilurin og tann fyrst árendi bilurin verða gjørdir aftur. Fjórði bilurin fekk lítlan skaða, og eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.
? Vit ringdu eftir óhappið beinanvegin á politistøðina, haðani ein politistur kom við einum nýggjum bili, so vit kundu sleppa til Viðareiðis, sigur Karl Johansen.