Politiið og Bjargingarfelagið í Runavík leita í løtuni eftir einum minnisveikum manni, sum umleið klokkan 19 fór av Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.
Eirikur Lindenskov
Hann er 78 ár, umleið 185 cm høgur, tunnur, ílætin myrkan jakka, myrkar arbeiðsbuksur og svartar skógvar við hvítum botni. Vælgongdur og gongur eitt sindur framyvirboygdur.
– Um tú møguliga hevur sæð hann, ring 114, skrivar løgreglan í kvøld.