Pole Hansen: Avrikið var framúr gott

(Rás2) Hoyr viðmerkjaran hjá Rás2 í Algeria taka samanum minniliga 28-27 sigurin ímóti Suðurkorea

Pole J. Hansen, sum er royndur hondbóltsspælari, royndur hondbóltsvenjari, og hartil pápi Kjartan Johansen á føroyska U21 landsliðnum hevur verið Rás2 og lurtarunum ein hollur og góður viðmerkjari til dystarfrásagnirnar hjá Tróndi Arge av HM-dystunum hjá føroyska U21 landsliðnum niðri í Algeria.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Trónd Arge og Pola J. Hansen taka samanum føroyska avrikið ímóti Suðurkorea, sum endaði við einum ótrúligum 28-27 sigri, sum saman við sigrinum á Chile ger, at Føroyar hava fýra stig, sum eru eins nógv stig, sum Noreg og Týskland hava í bólki A.

 

Pole J. Hansen heldur avrikið verður framúr gott hjá føroyska liðnum, bæði í verjupartinum og í álopspartinum.

 

Tó staðfestir Pole, at tað stóð á gomlum nøglum seinastu løtuna, tá føroyska liðið fekk eina útvísing, og tað suðurkoreanska liðið tevjaði blóð.