Seint fríggjakvøldið hin 10. mars boðaði Polarstjørnan frá, at teir høvdu maskintrupulleikar og tørvaðu sleip til lands.
Vørn sigur, at Polarstjørnan tá var stødd undir eysturlandinum í Íslandi.
Brimil setti kós ímóti Íslandi og var frammi hjá Polarstjørnuni seint leygarkvøldið.
- Polarstjørnan var tá stødd 40 fjórðingar í ein landsynning úr Høfn, tá byrjað varð at sleipa ímóti Føroyum.
Hjá Vørn siga tey, at teinurin heim til Føroya var umleið 240 fjórðingar, og Brimil og Polarstjørnan komu á Klaksvík seint sunnukvøldið.
##med2##