Umframt Polarhav og Stjørnuna, eru Vestmenningur og Fram á gulllaksaveiði, og í næstu viku loysa eisini Eysturbúgvin og Vesturbúgvin og fara at fiska gulllaks Leirvíkstrolararnir Polarhav og Stjørnan landa í Saltangará í morgun. Hetta er fjórði túrurin hjá teimum á gulllaksaveiði. Veiðan er 620 kør, og tað eru eini 370.000 pund tilsamans. Skipini, sum hendan túrin hava roynt í eina viku, taka 750 kør tilsamans, so teir eru ikki fulllastaðir.
Teir báðar fyrstu túrarnar, sum vardu í umleið eina viku hvør, vóru skipini full undir lúkurnar.
Á Landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará siga tey, at svartkjaftur hevur verið uppi í gulllaksinum, og hetta hevur tarnað skipunum nakað.
Vestmenningur og Fram, sum eisini hava lagt um til gulllaksaveiði, eru júst byrjaðir at fiska. Skipini hava verið ein stuttan túr, har tey hava roynt útgerðina, og nú eru tey so farin útaftur at royna.
Ætlandi fara Vestmenningur og Fram at leggja veiðina upp til nýggja gulllaksavirki í Vestmanna.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara eins og undanfarin ár eisini á gulllaksaveiði í ár. Bæði skipini hava verið á Tórshavnar Skipasmiðju, har tey hava fingið størri slengrikjølar, og eisini er maskinan á Eysturbúgvanum yvirhálað.
Reiðaríini, sum eiga skipini, vóna, at Eysturbúgvin verður liðugur á Tórshavnar Skipasmiðju miðskeiðis í komandi viku, so sleppast kann avstað. Meðan maskinan á Eysturbúgvanum er yvirhálað, hevur Vesturbúgvin ligið.
Eysturbúgvin plagar at leggja gulllaksin upp í Saltangará, og Vesturbúgvin fer helst at landa sína veiði í Vestmanna.
Gulllaksur verður virkaður á Tavuni í Leirvík og á nýggja gulllaksavirkinum Atlantis í Vestmanna.










