FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í nøgd var hetta ein góður túrur hjá Polarhavi og Stjørnuni, ið helst vóru tey einastu føroysku ísfiskaskipini, sum fóru útaftur millum jól og nýggjárs.
Ætlanin var at fara 26. desember, men neyðugt varð at boðsenda elektrikarum at gera onkrar smávegis umvælingar umborð á Polarhavi, áðrenn teir kundu loysa. Skipini fóru tí ikki útaftur fyrr enn 28. desember.- Skipini fiskaðu í fýra samdøgur. Tey royndu eystanfyri, og nú Polarhav og Stjørnan stevndu móti Hanstholm, vóru 340.000 pund av upsa í lastini!
Tummas Justinussen sigur, at rættiliga nógvur upsi var at fáa, men at fiskurin var smáttfallandi.
Eingi føroysk skip vóru á leiðini, men ein norskur línubátur setti tann eina dagin á somu leið.
Ein roynd
Hann sigur, at tað er í minsta lagi eitt ár, síðan Polarhav og Stjørnan landaðu uttanlands seinast, og tí er ilt at meta um, hvussu sølan verður.- Tað kann fara báðar vegir, men hetta er so ein roynd. Hetta skuldi veriðbesta tíð, men eg tori einki at siga fyrr enn mánadagin, tá ið vit kenna prísirnar.
Tað eru einir 30-40 tímar longri at sigla til Hanstholm enn til Scrabster, men sum skilst á Tummasi, er upsamarknaðurin í Danmark munandi betri enn í Skotlandi.
Spurdur, um teir kundu vænta sær betri prís í Føroyum nú beint eftir ársskiftið enn fyri jól, heldur Tummas, at tað høvdu teir ivaleyst, tí nú er eingin fiskur á føroyska marknaðinum.
- Men hetta er so bara ein roynd, sigur hann og endurtekur, at tað er íminsta lagi eitt ár, síðan skipini landaðu uttanlands seinast.
Tvær manningar
Ætlandi skuldu skipini verða í Hanstholm fríggjamorgunin. Tey steðga stutt; fara helst útaftur longu fríggjakvøldið.
- Um farið verður beinleiðis nýggjan túr ? ella, um farið verður til lands at skifta fólk, veldst um, hvussu fiskiskapurin verður, tá ið skipini koma aftur í føroyskan sjógv.
Tummas Justinussen sigur, at tríggjar manningar eru knýttar at Polarhavi og Stjørnuni, og eftir røttum skuldu teir skift fólk, tá ið hesin túrurin er av.