Polarhav og Stjørnan landaðu síðstu nátt

Henda vikan byrjaði longu síðstu nátt á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará. Nú vænta tey ongan fisk aftur fyrr enn uppundir endan av vikuni Ísfiskatrolararnir Polarhav og Stjørnan landaðu í Saltangará síðstu nátt. Skipini høvdu sløk 300.000 pund av upsa tilsamans.

Orsøkin til, at leirvíkstrolararnir landaðu síðstu nátt ? og ikki bíðaðu til í morgun ? var, at skipini skuldu vera á Tórshavnar Skipasmiðju longu klokkan 7 í morgun. Okkurt skal gerast í sambandi við vatngerararnar umborð.

Á Landingarmiðstøðini hjá Beta vænta tey ísfiskatrolaran Ednu í morgin. Edna er fyrrverandi Vesturvarði, og teir hava eini 150.000 pund av upsa, nú teir koma inn at landa.

- Vit vænta eisini, at teir fýra partrolararnir hjá Faroe Seafood, Rókur, Lerkur, Bakur og Stelkur, koma inn at landa seinast í hesi vikuni, siga tey í Saltangará.

Líkt er ikki til, at hetta verður nøkur stór vika hjá landarunum í Klaksvík.

Fríggjadagin landaðu ísfiskatrolararnir Safir og Smaragd eini 210.000 pund á Kósini, men síðan er ivasamt, nær nøkur landing verður aftur.

Safir og Nónhamar partrola ikki vanliga, men tað gera teir, nú báðir makkararnir hjá teimum, Smaragd og Fjalshamar, eru til ymiskar umvælingar og ábøtur.

Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík siga tey, at línuskipini Helena og Kvik hava boðað frá landing næsta mánadag ? ella um eina viku.

Pól Fuglø, landingarformaður í Klaksvík, sigur, at útlit eru til eina slaka viku hjá landarunum.

- Enn er ov tíðliga at siga, um okkurt kortini verður, sum vit ikki vita um í løtuni, men hugsandi er, at hetta verður ein lítil vika hjá okkum, sigur landingarformaðurin.