Fiskivinna
Partrolararnir, Polarhav og Stjørnan, landaðu í Saltangará mánadagin, men skipini høvdu ikki fulla last. Tey høvdu eini 600 kør tilsamans, sum er umleið 360.000 pund.
Meginparturin av veiðini var upsi.
Skipini taka 750 kør tilsamans.
Línuskipið, Váðasteinur, landaði eisini í Saltangará mánadagin, men tá ið vit frættu á landingarmiðstøðini hjá P/F Beta, sótu tey ikki við neyvu tølunum í hondini.










