Vit høvdu Tummas Justinussen í telefonini mánamorgunin, men tá hevði hann ikki fingið endaligu tølini. Tey skuldi hann ikki fáa fyrr enn eftir døgurða hendan dagin.
? Men vit vita tó so mikið, at sølan hevur verið hampiliga góð, sigur hann.
Polarhav og Stjørnan fóru nevniliga útaftur longu, 28. desember og gjørdu ein roktúr; teir fingu 340.000 pund av upsa í fýra dagar!
Einsamallir á marknaðinum
Tummas vísir á, at ein skotskur trolari og tveir norskir, sum skuldu landa í Noregi fríggjadagin, eisini høvdu boðað frá, at teir fóru at senda upsa á danska marknaðin, men sum skilst, var hesin fiskurin ikki frammi í morgun, tá ið veiðan hjá Polarhavi og Stjørnuni varð seld.
? So vit vóru einsamallir við upsa í morgun, og tað var heppið fyri søluna hjá okkara trolarum, sigur Tummas Justinussen.










