Meðan Kambur hevði størstu nøgdirnar og størsta avreiðingarvirðið av línuskipunum, hava Polarhav og Stjørnan størsta avreiðingarvirðið av partrolarunum í ár. Í uppgerð hjá Fiskimannafelagnum yvir partrolarar er upsaveiðan tikin fyri seg, og haraftrat kemur so gulllaksaveiðan hjá teimum skipum, sum fiska gullaks í summarhálvuni.
Hyggja vit at samanløgdu tølunum hjá partrolarum, sæst, at leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, liggja fremstir við einum avreiðingarvirði upp á 19 miljónir krónur.
Næstir teimum liggja Heykur og Falkur við góðum 16,4 miljónum krónum. Beint í hølunu á Heyki og Falki koma so vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, við 16 miljónum krónum í avreiðingarvirði ? og á triðja plássi Bakur og Stelkur við góðum 15 miljónum krónum.
Leggjast kann aftrat, at Vestmenningur og Fram vóru úr vinnu í umeið tveir mánaðir, áðrenn gulllaksatíðin byrjaði, tá teir skiftu motorar.
Tveir aðrir partrolarar, sum eisini hava havt eitt gott ár í ár, eru Breiðanes og Hamranes, sum hálvan desember í ár høvdu fiskað fyri slakar 14 miljónir krónur.
Fiskimannafelagið ger tó vart við, at tá henda uppgerð varð gjørd hálvan desember í ár, vóru tó onkrir avrokningarseðlar ikki komnir.