Felagið Polarhav, sum Osmund Justinussen eigur, hevur keypt teir tríggjar trolbátarnar, Jens Leon, Hansu Mariu og Búgvan.
Keypið fór fram stutt fyri jól, men hvørki keypari ella seljari vilja upplýsa keypsprísin fyri bátarar. Hinvegin verður sagt, at partarnir eru nøgdir.
Tað var eitt felag hjá Jónsveini Knudsen, sála, sum átti Jens Leon, Hans Andrias Poulsen átti Hansu Mariu og brøðurnir, Theodor og Kjartan Poulsen, áttu Búgvan.
Tað verður Janus Knudsen, ið kemur at taka sær av rakstrinum av trolbátunum fyri felagið Polarhav.
Janus Knudsen sigur, at Jens Leon, Hansa Maria og Búgvin fara at sigla út frá Leirvík, og skipini fara eisini at landa til Fo-Fish í Leirvík.