Polar Seafood fleiri enn 1000 fólk í starvi

- Úrslitini í fjør eru millum tey bestu í søgu felagsins, sigur stýrisformaðurin, Henrik Leth.

 

Hóast eina lítla afturgongd i umsetninginum á 40 miljónir krónur í 2018, rakk Polar Seafood samtakið kortini einum avlopi eftir skatt í 2018 á 155 miljónir krónur móti 117 miljónum í 2017.

Fyrisitingarstjórin í Polar Seafood Greenland A/S, Jens Kristian Friis-Salling, sigur, at árið 2018 er nøktandi. Júst framlagdi roknskapurin setir met á fleiri økjum. 

Í fjør hevði samtakið fleiri enn 1000 fólk í starvi - ella neyvt 1.032 fólk móti 965 í 2017, og eginpeningurin í størsta privata felag í Grønlandi fór fyri fyrstu ferð upp um 1,5 miljardir krónur - ella neyvt 1.666.721.000 krónur.

Sambært samtakinum samsvaraði roknskapurin fyri 2018 við tær vónir, sum leiðslan hevði fyri árið, hóast nógv veksandi rávøruútreiðslur til landið, sum sagt verður í ársfrágreiðingini.

Vónirnar um árið í ár eru á leið tær somu sum fyri 2018, men væntandi er, at "aktivitetsstøðið", sum tað verður rópt í ársfrágreiðingini, fer at minka við 5-10 prosentum í mun til 2018.

- Úrslitini eru millum tey bestu í søgu felagsins, og hesi úrslit eru rokkin samstundis, sum samtakið hevur gjørt stórar íløgur í nýggj skip og dagføringar á fiskavirkjum, sigur stýrisformaðurin, Henrik Leth, við www.sermitsiaq.ag.