Polar Princess leggur veiðuna upp í Kollafirði

Grønlendski trolarin Polar Princess, sum er gamli Skálaberg, leggur veiðuna upp í Kollafirði. Polar Princess kom á Kollafjørð í gjár. Teir komu úr Barentshavinum har teir hava roynt í 3 vikur.

Leivur á Rógvi, skipari, sigur at teir hava 280 tons av flaki, sum var tað teir áttu eftir í Barentshavinum. Teir hava fiskað norður móti Svaldbard, tí norsku mynduleikarnir friðaðu syðru leiðirnar, tí so nógvur ungfiskur var at fáa har suðuri.

Manningin telur 35 mans, harav eru 10 føroyingar og 25 grønlendingar. Teir hava eina skipan, har teir eru ein túr burtur og ein túr heima.

Polar Princess fer helst nýggjan túr í morgin, nú gongur leiðin til Grønlands, har teir fara at fiska tosk og svartkalva. Manningin verður øll nýggj, grønlendingarnir komu til Føroyar í dag við flogfari og so fara eisini 10 føroyingar við, skipari verður Líggjas Gregersen.