Polar Princess hevur havt góðan fiskiskap við Grønland. Teir byrjaðu fiskiskap um hálvan oktober, teir hava roynt við Grønland eftir svartkalva og toski, fiskiskapurin hevur verið góður, veiðan liggur um 1200 tons.
Tá ið vit tosaðu við skiparan á Polar Princess í kvøld, vóru teir komnir 150 fjórðingar eystur úr Kappanum, teir høvdu sett kós móti Føroyum. Tað var kolandi stormur á leiðini, hann var vestan í ættini. Men teir roknaðu við at verða á Vestmanna 2. jóladag, har teir skuldu taka útgerð frá Føroya Trol. Síðani verður silgt til Hirtshals, har veiðan verður løgd upp.
Tað eru 29 mans við Polar Princess hendan túrin, harav eru 10 føroyingar, skipari hendan túrin er vestmenningurin Leivur á Rógvi.