Polar Princess, sum er gamli Skálaberg, roynir í norskum sjógvi. Teir hava havt óføra gott fiskarí, teir fóru úr Skagen 14. januar, eftir at hava gjørt 20-ára klassing har. Polar Princess kastaði vesturi á norska kantinum 17. januar, har hava teir roynt meginpartin av túrinum, hava tó teir seinastu fimm dagarnar roynt eysturi á Hjelmsoybankanum, sum er nær við Nordkapp. Fiskiskapurin hevur verið heilt góður, teir hava 455 tons í flaki, eftir at hava roynt í 24 dagar.
Í morgin skulu teir bunkra í Tromsø, hósmorgunin landa teir í Sortland.
Trolútgerðin er føroysk - frá Føroya Trol, meskarnir eru snaraðir 90 gradir, tað ger at tað er lættari at toga.
Tað eru 9 føroyingar við Polar Princess, skipari er Jógvan L. Gregersen.