Polar Amaroq við 2100 tonsum

Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq og Finnur Fríði verða tey næstu skipini, sum landa svartkjaft í Fuglafirði.

Um vikuskiftið kemur Polar Amaroq á Fuglafjørð at landa umleið 2100 tons av svartkjafti, og tá grønlendska uppsjóvarskipið hevur landað, landar Finnur Fríði við umleið 2500 tonsum.

 

Nógv svartkjaftaskip hava landað í Fuglafirði seinastu tíðina og seinastu skipini, sum hava landað, eru Tróndur í Gøtu, Høgaberg og Borgarin.

 

Soleiðis, sum gongdin hevur verið í seinastuni, er væntandi, at Havsbrún fer at fáa nógvan svartkjaft aftrat, áðrenn makrelvertíðin byrjar til heystar.